Tað gongur illa hjá indarum av fáa tamarhald á koronu-smittuni, og smittutølini í landinum seta framvegis met. Tað eru serfrøðingar, sum siga, at heimurin verður ikki tryggur fyri koronu, fyrr enn øll lond eru trygg. Norski menningarráðharrin, Dag-Inge Ulstein, ávarar nú um, at trupulleikarnir, sum India dregist við í løtuni, kunnu skapa eina alheims farsóttarvanlukku, sum hann tekur til.
India er eitt av londunum, sum framleiðir størstu nøgdirnar av koppingarevni og er ein týdningarmikil veitari í altjóða koppingarsamstarvinum, Covax.
- Vanlukkan, sum nú rakar India, kann skjótt gerast ein alheims koppingarvanlukka. Nógv lág-og miðallønarlond eru bundin at veitingum úr India. Tað, sum hendir í India, vísir, at neyðugt er at berja niður koronu-farsóttina á alheimsstigi, sigur menningarráðharrin í tíðindaskrivi, sum eitt nú tv2.no endurgevur burtur úr.
Á indiskum sjúkrahúsum er ikki pláss fyri øllum teimum sjúku, og tað er eisini bráðfeingis trot á ilt til sjúklingar. Dag-Inge Ulstein vísir á, at um trupulleikarnir í India halda fram, kunnu veitingar av koppingarevni til onnur lond gerast nógv seinkaðar. Hetta kann fáa stórar avleiðingar fyri útbreiðsluna av farsóttini, um lond verða rakt av stórum smittuútbrotum.
Sambært tv2.no í kvøld er í løtuni einki tamarhald á smittuspjaðingini í India, og heilsuverkið í landinum megnar slett ikki at taka sær av øllum teimum sjúku og doyggjandi. Norski heilsustjórin, Bjørn Guldvog, sigur, at India er eitt ræðandi dømi um, hvussu skjótt smittuspjaðing kann fara fram.
- India hevði til fyri nøkrum vikum síðan rímiliga gott tamarhald á støðuni. Tískil er hetta ein ávaring um, at støðan skjótt kann broytast, um illa vil til. Neyðugt er at ansa væl eftir, soleiðis at smittustøðan er undir eftirliti. Í India hava tey eisini verið óheppin, tí her hevur eitt nýtt frábrigdi við koronu stungið seg upp, sum kanska smittar upp aftur verri enn tey koronu-virus, vit higartil kenna, sigur heilsustjórin, Bjørn Guldvog.
##med2##












