- Vit hava fingið fleiri fráboðanir, og leitað verður nógvastaðni, har hugsandi er, at maðurin fjalir seg, sigur norska løgreglan. Løgreglan í Sandefjord í Noreg leitar nú á ølstovum, handlum og í privathúsum eftir manninum, sum helst er í sekstiárunum og sum fyrrapartin skeyt trý fólk ? eina kvinnu og tveir menn ? í miðbýnum í Sandefjord.
Sambært norskum bløðum er maðurin enn ikki funnin, og løgreglan heitir á fólk um at vera varin, tí maðurin eftir øllum at døma er vápnaður við revolvara.
Fleiri vitnir vóru til tilburðirnar, tá tey trý fólkini vórðu skotin.
- Vit hava fingið fleiri fráboðanir, og leitað verður nógvastaðni, har hugsandi er, at maðurin fjalir seg.
Sum skilst, er støðan hjá tveimum av teimum skotnu kritisk, sum norsk bløð skriva.
Løgreglan hevur sínar hugsanir um, hvør brotsmaðurin kann vera, men vil ikki út við nøkrum nøvnum.
Fleiri fólk eru til avhoyringar um tilburðin í Sandefjord.