Støðan hjá Muamba framvegis hættislig

Fótbóltsheimurin bíðar í vón eftir dagføringum av støðuni hjá Bolton-miðvallaranum, Fabrice Muamba, sum small í vøllin í FA Cup-dystinum ímóti Tottenham leygardagin.

 

- Hjartað hjá Fabrice Muamba er støðugt, men gjøgnumgangandi er heilsustøðan framvegis hættislig á London Chest Hospital, boðar Bolton frá í morgun.

 

Dysturin hjá Bolton ímóti Aston Villa í annaðkvøld er blivin avlýstur, somuleiðis sum tað er ivasamt, um ætlaði dysturin ímóti Blackburn komandi vikuskifti verður spældur. Blackburn-venjarin, Steve Kean, sigur við BBC, at felagið skilir væl støðuna og hevur virðing fyri, um teir ynskja at útseta dystin.