Vandaferð
Um verri vildi til, høvdu teir seks menninir, sum á seinasta túri vóru við lemmatrolaranum Grími Kamban, neyvan borið boð í bý.
Meðan skipið lá einar 50 fjórðingar eystur úr Fugloynni, fór skipið at taka sjógv inn á arbeiðsdekkinum, tí ein ventilur ikki virkaði, sum hann skuldi. Hetta var ventilurin, har garnar og annað frá kryvjing og reingerð skulu út ígjøgnum.
Sum skilst, skal ein slíkur ventilur halda sjógvin burtur, men ventilurin virkaði eftir øllum at døma ikki, sum hann skuldi.
Tí tók skipið sjógv inn, og tá sjógvur kemur inn á arbeiðsdekkið, kann skjótt vera vandi á ferð, tí stabiliteturin tá fer skjótt av lagi.
Tjaldrið á leiðina
Tá Vaktar & Bjargingartænastan fekk fráboðan um, at galið var við elektrisitetinum umborð á Grími Kamban, og at skipið tískil bað um sleip, setti Tjaldrið kós eystur á leiðina, har skipið var statt.
Men tá hjálparskpið um 16-tíðina fríggjadagin var hjá lemmatrolaranum, fingu teir at vita, at nakað av sjógvi eisini var komið inn á verksmiðjuna, og tí ynskti manningin umborð á Grími Kamban at fáa pumpur umborð.
Líkindini vóru einki serlig, og hugsingur var ikki um at seta bát út, tá myrkur kom á.
Tá tað ikki eydnaðist at fáa tyrlu út á leiðina at flyta pumpur millum Tjaldrið og lemmatrolaran, sendi leiðarin á Vaktar-og Bjargingartænastuni, Elmar Højgaard, eisini Brimil út á leiðina.
Tað eydnaðist at stjóra pumpur umborð á Grím Kamban, men tá kvøldarmyrktið kom, og líkindini framvegis vóru vánalig, gjørdist ikki nógv.
Sosialurin hevur frætt, at um 21-tíðina fríggjakvøldið var støðan umborð á lemmatrolaranum ”kritisk”, sum sagt verður.
Til bar heldur ikki at seta enda á skipið, soleiðis sum støðan var, og sjógvur framvegis var umborð. Einastu ráðini vóru tískil at liggja soleiðis við skipinum, sum rullaði illa, at stýriborðssíða lá í lu. Síðan mátti bíðast, til tað fór at lýsa morgunin eftir.
Brimil tók yvir
Tá tað lýsti leygarmorgunin, og mett varð, at støðan umborð á Grími Kamban var nøkulunda undir eftirliti, varð farið undir at sleipa skipið til lands.
Tjaldrið sleipaði nú lemmatrolaran við kós móti landi, men ávegis til lands slitnaðu trossar, eins og Tjaldrið fekk trupulleikar við spælinum.
Um 15-tíðina leygardagin tók Brimil, sum var tætt hjá skipunum, um endan og sleipaði nú Grím Kamban á Havnina, hagar teir komu um 07-tíðina sunnumorgunin.
Tá ringast stóð til umborð á lemmatrolaranum, meðan teir enn lógu langa leið úr Fugloynni, fór sjógvur bæði niður í maskinrúmið og niður í lastina.
Og kanska var tað júst hetta, sum leygarkvøldið og sunnunáttina bjargaði manningini á Grími Kamban undan vanlukkuni sum hótti.
Stabilitetur umborð á einum skipi er ikki at spæla við, og tá sjóvur soleiðis kemur inn á verksmiðjuna, er skjótt, at skipið kann koppa.