Støðan hjá donskum fjølmiðlum

Hvussu er støðan hjá donskum fjølmiðlum og her serstakliga dagbløðunum. Hetta evni verður tikið upp í eini sending á Rás2 Kristi Himmalferðardag frá kl. 14.15 til 16. Jan Müller hevur verið á fjølmiðlaráðstevnu í Danmark og tikið pulsin á donskum miðlum. Hann prátar við Ebbe Dahl, stjóra í Danske Dagblades Forening, Søren Knudsen, ábyrgdarblaðstjóra á Lolland Falster Tidende, Stig Ørskov, ábyrgdarblaðstjóra á Politiken og við Hans Engell, fyrrverandi blaðstjóra á Ekstrablaðnum.