Samanbrestirnir millum løgreglufólk og mótmælisfólk í Hong Kong heldur áfram, og í gjár var kampus-økið á einum av fremstu universitetinum í býnum mest at líkna einari slagmark.
Mótmælisfólk høvdu gjørt girðingar tvørtur um vegirnar, og skotið varð við boga og píli eftir løgregluni. Eisini varð kastað við nógvum bensinbumbum, sokallaðum molotov cocktails, móti løgregluni.
Mótmælisfólk í dularbúna greiddu BBC frá, at orsøkin til ógvisliga framferðarháttin er, at løgreglan er farin undir at skjóta við skørpum eftir mótmælisfólkunum, og tey verða tí noydd at herða mótmælini við tilgjørdum vápnum.
Videobrot var í gjár at síggja í altjóða miðlum av løgreglumanni, ið skjeyt mótmælisfólk í bringuna.
Støðan í Hong Kong er harðna seinastu vikuna eftir fimm mánaðum av samanbrestum millum pro-demokratisk mótmælisfólk og løgregluna, sum sigur, at lóg og landaskil í Hong Kong er um at fara.