LÆKNATROT
Læknatrotið í Norðoyggjum heldur fram. Støðan er hampuligt á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, skilst, men kommunulæknarnir, sum eiga at vera fýra í tali, eru framvegis bert tveir. Hesir hava ábyrgdina av fólkaheilsuni hjá teimum gott og væl 6000 íbúgvunum í Norðoyggjum. Spurningurin er so um støðan er forsvarlig.
- Tá ið annar av kommunulæknunum berst frá at vera til arbeiðis, er støðan ikki forsvarlig, og tað kann jú koma fyri vegna sjúku ella feriu, sigur Steinbjørn O. Jacobsen, borgarstjóri í Klakvík.
Kommunulæknarnir hava skyldu til at vitja útoyggjarnar regluliga, men sum er hava settu kommunulæknarnir ongan møguleika at røkja hesa tænastuna. Ístaðin mugu útoyggjafólk koma langa leið til Klaksvíkar til lækna. Og tað kann sum skilst taka drúgva tíð, frá tí tú biður um tíð hjá lækna til tú sleppur framat.
- Vit kenna okkum rættiliga hjálparleys, tí vit fáa ikki gjørt so nógv. Kommunulæknarnir eru ovbyrjaðir, hava ein alt ov langan arbeiðsdag og skulu vera tøkir nærum alt døgnið. Spurningurin er, hvussu leingi teir halda til tað, sigur Steinbjørn O. Jacobsen.
Almanna- og heilsumálastýrið søkir javnan eftir læknum til ósett størv í Føroyum, men fá søkja.
- Vit hava onkuntíð avloysarar í styttri tíðarskeið fyri annan av kommunulæknunum. Tað er als ikki nøktandi at so stór útskifting er, tí hesir hava ongan møguleika at kenna viðskiftafólkini. Eisini eru viðhvørt eldri kommunulæknar, sum eru farnir frá, í Klaksvík fyri at lætta um, men tað er sjáldan.
Karmarnir hjá kommunulæknunum í Klaksvík eru annars góðir. Íbúðir eru til taks og arbeiðshølini nøktandi. Og um tvey ár stendur ein nýggj heilsumiðstøð liðug til hesar at húsast í.
- Vit hava arbeitt miðvíst við at bøta um arbeiðsviðurskiftini hjá kommunulæknunum. Læknatrotið botnar ikki í arbeiðskorunum, tað er alla staðni, eisini uttanlands, sigur Steinbjørn O. Jacobsen.









