- Í mínum hugaheimið er tað bara ein spurningur um tíð, áðrenn alt brennur saman.
Tað heldur Tóra Tórgarð, sum er avvarðandi at búfólki á Tjarnargarði.
Hon heldur, at støðan í eldrarøktini er alt annað enn nøktandi.
Hon heldur, at vaktirnar eru skerdar so nógv, at tað er ikki forsvarligt.
- Hvørja ferð, búfólk hava brúk fyri hjálp, mugu tey bíða til onkur hevur tíð at hjálp teimum, og vaktirnar yvirlappa ikki, so vaktin sum fer, fær ikki umstøður at geva vaktina, sum tekur við, viðkomandi upplysing.
Men hon leggur dent á, at starvsfólkið á Tjarnargarði kann ikki lastast fyri nakað, sum helst, tí tey gera sítt ítarsta.
- Tey renna og stríðast og møðin sæst í eygunum á teimum. Tað kann ikki undra nakran vissi alt brennur saman.
- Eg haldi faktiskt, at starvsfólkini mugu verða ómetaliga góð við búfólkini og tey hava avgjørt hjartað á røttum staði.
- Eg haldi, at tað er hetta, sum heldur teimum uppi, men tey eru heldur ikki meiri enn menniskju. Í mínum hugaheimið er tað bara ein spurningur um tíð til bikarið flýtur yvir og tey missa hugin heilt og kasta frá sær.
- Eg síggi, at glóðin er farin úr eygunum á teimum.
Nívandi
Tóra Tórgarð sigur, at eisini búfólkini leggja merki til, hvusu sperd starvsfólkini eru.
- Tað nívur búfólkini og tey fáa ringa samvitsku. Nógv av teimum royna bara at goyma seg burtur og aftra seg við at biðja um hjálp.
- Og tey, sum eru minnisveik, skilja einki av at ongin er at hjálpa teimum, tá ið tey rópa.
- Búfólkini verða eisini ótrygg av øllum sparingunum, sum eru sett í verk og tey spyrja javnan um støðuna og um fundur hevur verið sparingar o.s.fr.
Hon heldur, at hetta er ein heilt ómetaliga óvirðilig og mannminkandi støða at seta tey í.
Tað er eisini mannminkandi og óvirðiligt ikki at sleppa á wc, tá ið man skal og tað er mannminkandi ikki at sleppa í song og uppaftur, tá ið ein vil.
- Dóttir ein mann á einum ellis- og røktarheimið foraldi mær, at nú ein dagin hevði pápi hennara sagt, at nú merkti hann av álvara sparingarnar, sum vóru settar í verk.
- Hann sipaði til, at hann var noyddur at liggja í seingini til á miðdegi, tí eingin var at hjálpa honum upp.
- Tað er so sera, sera óhugnaligt. Tey, sum hava onkran at rópa upp fyri seg, eru kanska tey hepnu, men tey, sum ongan hava, eru av álvara illa stødd.
- Eitt starvsfólk á einum ellis- og røktarheimi gjørdi mær eisini greitt nú ein dagin, at tá ið hon varð gomul, skuldi hon undir ongum umstøðum á ellis- og røktarheim, so vánaligar eru umstøðurnar.
- Tað sigur eitt sindur um støðuna, heldur Tóra Tórgarð.
Hon heldur, at tað er nógv fyri, at hetta er mátin, samfelagið fer við teimum, sum hava stríðst eitt heilt lív og hava lagt grundarlagið undir tað lúksuslív, vit hava í dag.
Les fleiri aðrar greinar í blaðnum um sama evni.