Landsstýrismaðurin við fíggjarmálum, Bárður Nielsen, er púra róligur, hóast seinasta dagføring av gjaldføri landskassans í Landsbankanum sigur, at bert 32 milliónir eru millum nettostøðuna og loyvda minstalánið hjá landskassanum í Landsbankanum.
Eitt minstamark fyri innláni í Landsbankanum er sett til at vera 15 prosent av BTÚ, brutto tjóðar úrtøkuni. Men hetta er bara vegleiðandi, sigur Bárður Nielsen. Tað hendir eingin vanlukka, um farið verður eitt sindur niður um tað talið.
?Tað er ikki fyrr enn vit koma 30 prosent undir tað talið, sum svarar til tey 15 prosentini, at tað verður kritiskt, sigur landsstýrismaðurin.
Nettostøða landskassans var í december 2004 1.517 milliónir krónur, og minsta inngjald landskassans í Landsbankanum skuldi vera 1.485 milliónir. So har var ikki so nógv at geva av.
Fyri januar í ár skal minsta innlánið vera 1.500 milliónir, sigur Bárður Nielsen. Tað er tí, at framrokningar vísa, at BTÚ hækkar í mun til 2004, sigur hann.
Betri enn væntað
Tað er eingin grund til at halda annað enn, at samfelagið verður rikið víðari uttan lántøku, sum støðan er, sigur Bárður Nielsen. Hann sigur, at stórur dentur verður lagdur á at halda seg oman fyri tað markið, sum áett er. Og sum støðan er í løtuni, sær tað ikki út til at verða nakar trupulleiki, sigur landsstýrismaðurin.
?Tað er ikki tí, at vit høvdu væntað tað, sigur Bárður Nielsen. Í grundini søgdu spádómarnir, at tað fór at standa verri til, enn tað nú vísir seg. Vit høvdu væntað at liggja undir minstainnláninum.
Grundirnar til, at tað stendur betri til enn væntað, kunnu vera tvær, heldur Bárður Nielsen. Tað kann vera tí, at tað hevur gingið betri fíggjarliga, enn roknað varð við. Ella kann grundin vera, at tað liggja onkrar ógoldnar rokningar onkunstaðni. Og tað er helst ikki so gott, um so er, heldur hann.
Landsstýrismaðurin sigur, at strembað verður alla tíðina eftir at halda seg oman fyri tað ásetta markið. Og at hava avlop á landskassaroknskapinum.
Eitt tal
Hesi 15 prosentini, ið sett eru sum mark fyri minstainnláninum, eru eitt tal, sum ásett er sum ein vegleiðing eftir kreppuárini, soleiðis at halda seg til fyri ikki at koma soleiðis fyri, sum vit vóru, tá kreppan mundi gjørt av við okkum, heldur Bárður Nielsen.
Hann heldur ikki, at nøkur grund er til at pilka við tað talið, sum sett er í lógina. Tí hóast tað ikki er nakað absolutt mark at halda seg til, so er tað eitt sera gott amboð at hava, sigur hann.
Spurdur um hann ikki bara fer at broyta lógina, um tað vísir seg, at tað ikki ber til at halda seg oman fyri tey ásettu 15 prosentini, svarar Báður Nielsne, landsstýrismaður við fíggjarmálum, at tað kemur ikki upp á tal.
?Tað er óseriøst at hugsa so. Lógin er gjørd fyri at verða hildin. Tað er ikki so, at vit skulu gera lógir eftir tí, sum vit klára at liva upp til, sigur hann.









