Støðan er ótolandi og nú er tolið uppi hjá nólsoyingum

Í morgin fær Jørgen Niclasen mótmælisskriv frá nólsoyingum

Nú er tolið hjá nólsoyingum uppi og nú krevja tey at fáa nýggja ferju til nólsoyarsiglingina. Tað sigur Vígdis Bjarnadóttir í Nólsoy. Saman við øðrum, hevur hon nú tikið stig til at ganga runt við eini adressu við tí endamáli at fáa fólk at skriva undir eitt krav um at fáa nýggja ferju.

Seinastu tíðina hevur lítið skil verið á ferðasambandinum. Ternan hevur verið á beding í fleiri vikur, og fer ikki í sigling aftur enn. Jósup er illa brúkiligur á vetrartíð, og avloysaraskipið, Erla Kongsdóttir, er løgd, tí tveir rútar brotnaðu á einum túri. Fjórða skipið, Hasfjord hevur eisini havt tekniskar trupulleikar at dragast við.

Og nú hava tey so gingið hús úr húsi í Nólsoy við eini adressu við kravi um at fáa nýggja ferju og undirskriftirnar verða handaðar Jørgeni Niclasen, landsstýrismanni í samferðslumálum, í morgin ári, fríggjadagin. Tey hava eisini savna undirskriftir á internetinum í beint nú hava sløk 300 fólk skrivað undir.

Í mótmælisskrivinum staðfesta tey, at hesar seinastu vikurnar hava fólk í Nólsoy liva í einari ótolandi óvissu.

– Vit vita ikki nær vit sleppa til arbeiðis um morgunin, og vit vita ikki nær vit sleppa til hús aftur til børn okkara, siga tey.

Tey vita heldur ikki um handilin fær vørur og tey vita ikki nær oljubilur kemur í oynna, og hvussu ruskið fer av oynni. 

– Vit vita ikki um okkara børn og ungu sleppa til Havnar í skúla, til ítrótt og til frítíðarítriv og heimaftur. Vit vita ikki um vit sleppa av oynni til neyðugar viðgerðir og kanningar. Vit tora ikki at hugsa um, hvat hendur um vit fáa brúk fyri bráfeingishjálp úr Havn, skuldi tað hent at eldur aftur er í onkrum húsum.

– Øll vita, at Strandferðsluflotin er gamal og niðurslitin - og avloysaraskipið Erla Kongsdóttir, sum skuldi hjálpa uppá støðuna bleiv eitt stórt vónbrot. So við núverandi skipum vænta vit ikki, at samferðslan millum Havnina og Nólsoy fer at batna – heldur hinvegin, siga tey.

– Samferðslan millum Havnina og Nólsoy er okkara lívsæðr, og vit hava grundlagt okkara privata lív og okkara arbeiðslív á hesa samferðslu. Og nú krevja vit at okkurt munagott verður gjørt beinanvegin, siga tey.

Tí mugu tey fáa eina nýggja ferju til Nólsoyarleiðina, annars er bygdini ikki lív lagað, siga tey.

– Vit hava brúk fyri einari góðari og tryggari ferju, á stødd við Ternuna,  og sum kann taka eins nógv fólk og eins nógvar bilar sum Ternan. Og talan skal vera um eina ferju, sum sjálvsagt lýkur øll nútímans krøv til fólk við rørslutarni.

Landsstýrið hevur annars sett út í kortið, at fara undir at byggja nýggj skip til Strandferðsluna í 2025, men so leingi vilja nólsoyingar ikki bíða. Nøktandi samband skal tryggjast beinanvegin, samstundis sum lunnar verða lagdir at nýggj ferja verður bygd, siga tey.