SAMRØÐA
Í farnu viku hevði NKU(Nordisk Konsumentudvalg) ráðstevnu í Føroyum. NKU er norðurlendskur samstarvsfelagsskapur, ið er settur saman av teimum ymsu brúkarafeløgunum í Norðurlondum og ymiskum øðrum, sum fáast við brúkaraviðurskifti í Norðurlondum, t.e. granskarar og onnur. Felagsskapurin skal virka ráðgevandi fyri serliga Nordisk Ministerråd, ið eisini fíggjar virksemið hjá felagsskapinum.
Øll Norðurlond eru umboðaði í NKU. Grønland kom fyri fyrstu ferð við fyri trimum árum síðani. Í sambandi við ráðstevnuna í Føroyum vóru ymsir føroyingar við sum gestir.
?Vit sakna føroyingar í hesum samstarvinum. Okkara fatan er, at øll lond eiga at verða umboðaði, ið kunnu roknast sum norðurlond, sigur Johannes Gunnarsson, formaður fyri íslendska forbrúkarafelagið og limur í NKU.
Norðurlendskt brúkaravernd og brúkarapolitikkur hevur verið at rokna sum tann besti í heiminum, men nú hevur ES gjørt meira við økið, og tyngdarpunktið liggur nú heldur í Brússel.
Í Norra er forbrúkararáðið har tann mest virdi stovnurin í landinum, og aðrastaðni eru stovnarnir rættiliga væl umtóktir. So nógv, at arbeiðsbyrðan er rættiliga stór.
Formaðurin í NKU undrast stórliga á støðuna í Føroyum.
?Eg gjørdist bilsin, tá eg frætti um, at tað í Føroyum einki felag var, og lítil og eingin vitan var um, hvat fólk kundu klaga um, og hvørji brúkararættindi vóru. Eg havi ta kensluna av, at brúkarapolitikkur ikki er til í Føroyum, og hetta gjørdi meg ógvuliga bilsnan, tí eg helt, at Norðurlond vóru ógvuliga frammaliga á hesum økinum. Faktiskt er støðan í Føroyum verri enn í fleiri Eysturevropeiskum londum, sigur Finn T. Aas formaður fyri NKU.
Hann leggur afturat, at føroyingar burdu havt líka stóran rætt til brúkaravernd sum aðrir norðurlendskir borgarar.
Felags lógarverk
Ein stórur partur av arbeiðinum hjá NKU er at fáa felagslógarverk í øllum Norðurlondum á brúkaraøkinum.
?Vit hava roynt øll tey árini, ið norðurlendska samstarvið hevur verið til, at fingið eitt felagslógargrundarlag í øllum londunum, sigur Finn T. Aas.
Hesi seinnu árini hevur nógv virksemi snúð seg um ES, og tey viðurskifti, ið gera seg galdandi í ES og samstarvi við ES. Reglar, ið ES kemur við, verða Norðurlond eisini noydd at fylgja.
Reint praktiskt heldur NKU tvær ráðstevnur um árið. Tann eina av ráðstevnunum í ár varð hildin í Føroyum og snúði seg um digitalisering(talgildan) á brúkaraøkinum. Aftur her verður ES og tess reglar knýtt uppí. Í sambandi við ráðstevnurnar eru vanliga fleiri víðagitnir granskarar úr norðurlondum ella aðrastaðni frá.
?Roynt verður at varpa ljós á fleiri sentralar spurningar í brúkarahøpi, og vit royna at ávirka myndugleikarnar og kunna teir um støður og ætlanir, sigur Finn T. Aas, formaður fyri NKU.
?Tað er vorðið meira og meira týdningarmikið, at vit í felag royna at nýta hesar fundirnar til at ávirka avgerðir hjá ES, sigur Finn T. Aas.
Ísland og Norra eru ikki limir í ES, men við limaskapinum í European Economic Area (EEA), og hetta ger, at Norra og Ísland noyðast at seta í verk tað lógarverk, ið verður sett í verk í Brússel.