Støðan er stabil

Tað gongur rætta vegin, men enn er ov tíðliga st siga, hvussu 19 ára gamli maðurin kemur frá óhappinum

Randi Jacobsen

19 ára gamli maðurin í óhappinum á Saltnesi varð leygarkvøldið. í leigaða airbussinum fluttur á sjúkrahúsið Skejby í Århus. Mamman fór niður við honum.
Sunnudagin fóru pápin og yngri systkin hansara eisini til Århus. Tað varð mælt allari familjuni at fara niður eisini, fyri at vera um skadda unga mannin og eisini at hjálpa hinum í familjuni.
Heima í Føroyum sita mostrar og onnur skyldfólk og bíða eftir at frætta, hvussu gongur hjá Dánjali Bertholdsen.
Tey hava fingið at vita, at ungi maðurin beinanvegin, sum hann kom á sjúkrahúsið, varð lagdur í kunstigt koma. Tað er vanligt at gera í slíkum førum.
Hann hevur flutt armar og bein, hevur hostað og reagerað á ymiskar mátar.
Av tí at hann hevði ligið í sjónum, hevði hann fingið vatn á lunguni, men tað er blivið betri, sigur mostirin Elisa Simonsen.
Hann fekk ymisk brot í ryggin og í hálsinum, og annað handliðið brotnaði.
So er spurningurin, hvønn skaða høvdið hevur fingið. Hildið verður ikki, at ferðin hevur verið ov nógv.
Hví óhappið hendi er ógreitt, men tann ungi maðurin hevur onkursvegna mist tamarhaldið á bilinum. Har var eisini okkurt vegarbeiði.
Hildið verður ikki, at ferðin hevur verið ov nógv, men fólk eru samd um, at vegurin, har óhappið hendi, er lívshættisligur. At ferðmarkið skuldi verið sett niður og aðrar ferðsluforðingar við áttu at verið gjørdar.