Á síni heimasíðu ásannar Føroya Skipara-og Navigatørfelag, at støðan millum manningarfeløg og reiðarar er sera spent, nú farið er undir at royna seming partanna millum. Hóast manningarfeløgini, sum nú um semingsmenninar eru í samráðingum við Føroya Reiðarafelag, hava bjóðað reiðarunum at halda fram við gamla sáttmálanum, hava reiðararnir kortini víst hesum aftur.
- Reiðarfelagið hevur hótt við at kalla øll skip, sum royna undir Føroyum, til lands, um verkfall ella verkbann verður.
Føroya Skipara-og Navigatørfelag fegnast annars um, at manningarfeløgini hava samstarvað so væl undir samráðingunum higartil.
- Nú øll trý manningarfeløgin fara til seming saman, er sera umráðandi at standa væl saman ímóti tí stóra trýsti, sum Reiðarafelagið leggur á okkum.
Felagið vísir á, at manningarfeløgini hava avvíst at gera generellar niðurskurðir yvir allan flotan.
- Vit hava tó verið sinnaðir til sáttmálabroytingar hjá teimum skipabólkum, sum eru harðast raktir av hækkandi oljuprísinum, sigur Føroya Skipara-og Navigatørfelag á síni heimasíðu.