HÚSAGANGUR
Hóast Magnus Rasmussen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu, er lærari og bóndi, hevur hann altíð sæð tann stóra týdning, sum vinnulívið hevur, bæði á sjógvi og landi.
- Viðhvørt verður sagt, at fiskivinnan kanska ikki hevur so stóran týdning, sum hildið hevur verið. Her eri eg slett ikki samdur. Eg ivist onga løtu í, at týdningurin er so ómetaliga nógv størri, enn mong geva sær far um, sigur hann.
Økið hart rakt
Borgarstjórin sigur, at vinnulívið í kommununi hjá honum er ógvuliga hart rakt, nú Faroe Seafood fór á húsagang og nógv fólk, bæði fiskafólk og fiskimenn eru vorðin arbeiðsleys.
- Stóra fiskavirkið er stongt og seks skip, sum hava ført stórar nøgdir av fiski til lands, eru løgd. Hetta er ein vanlukkulig støða, og sum borgarstjóri føli eg rættiliga við øllum teimum mongu, sum knappliga eru vorðin uttan arbeiði – og enntá beint undan jólum.
Magnus Rasmussen vísir á, at eitt er fyrstahondsvirðið, sum fiskimenn og arbeiðsfólk skapa.
- Sjálvandi hevur alt hetta alstóran týdning, bæði fyri lívsgrundarlagið og sjálvvirðiskensluna hjá hesum fólkum og familjum, men ikki minni fyri allar tær avleiddu vinnur, sum hetta virksemi skapar.
Borgarstjórin sigur, at í Runavíkarøkinum eru veitarar av eitt nú nautiskari útgerð, smiðjur og flutningsfeløg, sum fáa nakað burtur úr, at skip og virkir eru í gongd.
- Haraftrat kemur, at ríka handilslívið so sanniliga eisini fær ágóðan av vinnuvirkseminum er í økinum, sigur hann.
Góðar umstøður
Magnus Rasmussen sigur seg onga løtu ivast í, at avleiðingarnar av, at so stórt virksemi á sjógvi og landi nú liggur lamið, fara at merkjast, um gongd ikki kemur á aftur rættiliga skjótt.
- Vit duga kanska ikki nóg væl at meta og virðismeta slíkt virksemi fyrr enn tann dag, alt steðgar upp, og vit síggja avleiðingarnar. Hvørt einstakt arbeiðspláss hevur stóran týdning, og nú talan er um eitt so stórt tal av fólki, kemur hetta veruliga at merkjast í økinum. Tað er í løtuni trupult at yvirskoða, hvussu stóra ávirkan húsagangurin hjá Faroe Seafood fær á Runavíkarøkið, men eg haldi, at hetta er rættiliga álvarsamt.
Borgarstjórin sigur, at hann hevur fylgt væl við og hevur tosað við nógv fólk um støðuna, sum er íkomin.
- Eg vil meiri enn fegin sleppa at siga, at vit í Runavíkar kommunu ógvuliga gjarna vilja, at tað virksemi, sum verið hevur og sum beint nú liggur lamið, kemur í gongd aftur sum skjótast.
Magnus Rasmussen vísir á, at Faroe Seafood í Runavík altíð hevur havt gott orð á sær, sum eitt væl rikið fiskavirkið við dugnaligum fólki.
- Vit hava eisini góð havnaviðurskifti til skipini, landingarmiðstøð og dugnaligar veitarar í økinum. Tí vóna vit virkuliga, at tað virksemi, sum sprettur uppaftur úr húsaganginum, framhaldandi verður her í økinum, sigur Magnus Rasmussen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu.










