Støðan er ikki nøktandi!
Tað staðfestur Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, nú Løgtingið viðger fíggjarlógina fyri næsta ár.
Hann vísir á, at seinastu tíggju árini er játtanin við Vørn, sum umsitur fiskiveiðieftirlitið og bjargingarskipini, Brimil og Tjaldrið, lækkað úr 45 milliónir, niður í 41 milliónir. Men samstundis eru allir prísir hækkaðir, umframt at Vørn hevur fingið fleiri og fleiri uppgávur at røkja.
Ein máti, Vørn hevur spart upp á, er at skerja talið á fólki, sum hevur eftirlit á landi við avreiðingum. Í 2008 vóru seks eftirlitsfólk og eygleiðarar í starvi, men nú er onki eftirlitsfólk eftir og bara tveir eygleiðarar, tí øll hini eru spard burtur. Tað eina av teimum hevur tó í mesta mun fingist við umsitingarligar uppgávur.
Høgni Hoydal staðfestir eisini, at játtanin er so skerd, at annað vaktarskipið, Tjaldrið er bara mannað helvtina av árinum og hitt vaktarskipið, Brimil, er liggur eisini við bryggju ein part av árinum, tí hann ikki hevur ráð til olju. Kortini liggur hann við fullari manning.
Høgni Hoydal vísir eisini á, at Vørn hevur ikki játtan til at røkja skipini, og eitt nú hevur kranin á Tjaldrinum hevur ikki havt nøktandi trygdargóðkenning í tvey ár, og sostatt er Tjaldrið heldur ikki virkisført til fulnar.
Samstundis vísir hann á, at smábátarnir Brimil er kravd trygdarútgerð og verða brúktir at bjarga mannalívum og við og teir verða eisini brúktir, tá ið manning av Brimli skal umborð á onnur skip í ringum veðri.
Teir hava verið uppslitnir, men enn er peningur bara játtaður til at útvega tveir nýggjar bátar, men ikki tann triðja bátin.
Landsstýrismaðurin vísir samstundis á, at næsta ár skulu høvuðsmotorarnir á Tjaldrinum klassast, men hvat tað kostar, ber ikki til at siga enn. Men motorarnir eru 40 ára gamlir og tí kann tað vera ringt at fáa fatur á eykalutum.
Hann sigur, at fyrsta stigið at bøta um viðurskiftini, er, at hann hevur biðið um 900.000 krónur afturat á fíggjarlógini til Vørn.