Støðan er ein skandala

Borgarstjórin í Havn finst harðliga at landsins myndugleikum, ið hava forsømt at koma við neyðugu kunngerðini, sum tilskilar hvat skal gerast, tá olja í stórum mongdum lekur á sjógv. Einki minni enn ein skandala, heldur borgarstjórin

- Hetta er ein landsuppgáva, tað skal eg gera greitt beinanvegin. Vit skulu nokk hjálpa til við uppruddingini, men tað verður uppá rokning, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn.

Aftur hesa ferð gekk oljudálkingin út yvir Havnina. Tað er harmiligt, og serstakliga óheppið, at umhvørvislógin ikki virkar sum hon skal í slíkum støðum.

- Trupulleikin við umhvørvislógini er, at kunngerðin ongantíð er lýst. Er kunngerðin ikki lýst, ber ikki til at siga hvør revsing skal nýtast í hesum føri. Tað er ein skandala. Nú má Innlendismálaráðið taka seg saman, sigur Heðin Mortensen.

Hann sigur, at kommunurnar hava rykt ferð eftir ferð eftir kunngerðini hjá Innlendismálaráðnum, men at eingin kunngerð kemur.

- Hetta má halda uppat, tí hetta er so mikið álvarsligt, og má takast í størsta álvara.


Olshana umaftur

Oljan, sum í gjárkvøldið lak út á Nólsoyarfjørð, er tungolja. Enn er óvist hvussu nógva olju, talan er um.

- Men givið er, at tungoljan fer at leggjast so tjúkk sum havragreytur framvið strendurnar, og at tað fer at taka mánaðir at fáa alla oljuna til upp, sigur borgarstjórin.

Borgarstjórin í Tórshavnar kommunu er í øðini inn á, at sama vanlukka hendir tvær ferðir.

- Hetta er júst tað sama, sum hendi tá Olshana rendi á Flesjarnar, og vit hava akkurát einki lært frá tí vanlukkuni. Tað finst framvegis eingin landsútgerð. Og her skal talast harðliga at, sigur hann.

Hann heldur eisini, at eftirlitið við skipum er ikki nóg gott í Føroyum.

- Aðra staðni er krav at loðsur skal umborð, tá skip koma í havn. Hví ger mann ikki tað her eisini, spyr Heðin Mortensen.

Hann skýtir upp møguleikan hjá landsstýriskvinnuni í innlendismálum at leggja økið út til kommunurnar. Á tann hátt er lættari at halda skil skipum, ið koma inn á Havnina. Havnameistarin, sum heldur skil hvørt skip kemur inn, hevur í løtuni onga heimild í tílíkum førum.

- Nú má handlast. Vit eru sera skuffað av landsins myndugleikum, at teir ikki hava fingið hesi viðurskiftini uppá pláss, og tað er ein skandala, sigur borgarstjórin í Tórshavnar kommunu, Heðin Mortensen.