Støðan er dramatisk

Útsendi føroyingurin í Irak, Tommy Petersen, sigur, at støðan er dramatisk í Basra í løtuni, eftir sjálvmorðsbumbuna í Nassirya mikudagin. Tað er ikki meir enn tveir tímar við bili millum Basra og Nassirya, og tískil taka íbúgvarnir í Basra sjálvmorðsatsóknina í størstum álvara.

Hóast kríggið í Irak er fyri langari tíð síðan av, so gongur fáur dagur uttan vit hoyra í fjølmiðlunum um ymiskar atsóknir í landinum. Seinasta dømi er bumbuatsóknin ímóti italsku løgregludeildini í býnum Nassirya, ið liggur har suðuri í Irak. Talan var um eina sjálvmorðsatsókn.
Ein heimagjørd bumba brast í lastini á einum bili, sum koyrdi á politistøðina í Nassirya. Atsóknin hevur higartil kravt 26 mannalív, og fleiri eru løstað. Tey flestu av teimum deyðu eru italiumenn. Italski forsetin, Carlo Azeglio Ciampi, er á gosi um hendingina, og fordømir álopið, ið hann kallar eina andstyggiliga yvirgangsatsókn.
Tað eru ikki bert fólk í Nassirya, ið eru óttafull um álopið á italiumenninar. Í býnum, Basra, har føroyingurin, Tommy Petersen, hjálpir til við at byggja fyrisitingina upp aftur, taka íbúgvarnir sjálvmorðsatsóknina í Nassirya í stórum álvara.

Dramatiskt
Býirnir, Nassirya og Basra, liggja báðir suðuri í Irak, og tað tekur ikki meira 2 tímar at koyra við bili millum býirnar. Undir Irak-krígnum og eftir kríggið hevur harðast leikað á norðuri í Irak, men álopið í Nassirya hevur fingið fólk at umhugsa, um tað nú er so trygt og friðarligt har suðuri í Irak.
Tommy Petersen greiðir frá, at støðan er rættiliga dramatisk í Basra í løtuni, eftir atsóknirnar í Nassirya fyrrapartin mikudagin.
? Basra liggur bert 150 km frá Nassirya, og tískil hugsa fólk her í býnum nógv um atsóknina, sigur útsendi føroyingurin í Irak, Tommy Petersen.
Hann fortelur, at fólk í býnum hyggja álvarsamt at tilburðinum, tí vanliga er friðarligt í økinum, og hetta slagið av atsóknum hava tey ikki sæð áður. ? Bil og sjálvmorðsbumbur hava vit ikki upplivað áður her suðuri. Vísir tað seg, at hetta slagið av atsóknum hevur flutt seg suður til okkara, so er støðan sjálvsagt rættiliga álvarsom, greiðir Tommy Petersen frá.
Hann kennir seg kortini ikki beinleiðis hóttan av atsóknina í Nassirya, tí irakisk herðlið leggja vanliga ikki eftir sivilum fólki, men halda seg til útlendsku herðnaðardeildirnar í landinum.
Sjálvmorðsatsóknin í Nassarya, ið higartil hevur kravt 26 mannalív, hevur broytt støðuna í Basra. ? Eftir sjálvmorðsatsóknina í Nassirya eru trygdarkrøvini herd í býnum, sigur Tommy Petersen

Gongur væl
Síðan ólavsøku í ár hevur Tommy Petersen verið Irak, har hansara uppgávan er at uppbyggja lokalu fyrisitingina í Basra. Eftir nógv ár við einum harðrendum einaræðisstýri undir Saddam Hussein, er uppgávan hjá Tommy og øðrum útlendingunum at hjálpa irakum við at byggja landið upp aftur.
Hjá flestum okkara man tað neyvan kennast serliga tespilligt at arbeiða í einum landi, har tað dagliga valdar so nógvur ófriður, men Tommy Petersen metti avbjóðingina vera so mikið spennandi, at hann valdi at fara av stað.
Hann hevur nú arbeitt í Basra í góðar fýra mánaðir, og arbeiðið gongur væl. ? Arbeiðið við at byggja upp lokalu fyrisitingina í Basra gongur sum ætlað. Sjálvsagt er trygdin allatíð í hásæti. Vit hava eina rúgvu av trygdarfólki rundan um okkum, og vit hava ikki loyvið at ganga úti í býnum einsamøll, sigur Tommy Petersen .
Hann sigur seg hava tað gott, og arbeiðið gongur framá. Irakar eru óførir at samstarva, og hann kennir á sær, at irakar eisini eru glaðir fyri arbeiðið, sum verður gjørt í Basra.

Jól við Nilánna
Tíðin hjá Tommy í Irak hevur so at siga bara verið nýtt til at arbeiða. Hann arbeiðir allar vikudagar, so tað er ikki nógv tíð til frítíð. Herfyri fekk hann kortini tíggju dagar burtur frá arbeiðinum. Familjan úr Føroyum varð bjóðað niður til Reyðahavið, har tað eisini varð høvið til ein túr til Egyptaland og pyramidurnar.
Á jólum fær hann aftur frí í nakrar dagar. Tá kemur familjan aftur á vitjan, og tá gongur leiðin til Nilánna, har tey fara at halda jól. Eftir jól, skal Tommy Petersen vera í Irak í góðar tveir mánaðir afturat, og so vendir hann nøsina heimaftur til Føroya. Við í skjáttuni hevur hann óivað eina rúgvu av spennandi upplivingum úr Irak.