Støðan er 4-3 til KÍ

HB og KÍ kvinnurnar hittast í kvøld í steypafinaluni fyri áttandu ferð

Í kvøld klokkan 18 spæla HB og KÍ kvinnurnar steypafinalu.

Tølini siga, at tað hevur verið hips um haps, tá ið hesi bæði liðini hava dystast í finaluni í steypakappingini.

Steypakappingin hevur verið á skrá hvørt ár síðani 1990. HB og KÍ hava sjey ferðir kappast í steypafinaluni. KÍ hevur vunnið fýra ferðir, og HB hevur vunnið tríggjar ferðir.

 

Fyrsta ferðin, at 112 ára gomlu javnaldrandi feløgini stríddust í finaluni var í 1996, tá ið HB vann 3-1.

Onnur ferðin var í 1999. Tá var tað øgiliga tætt og spennandi. Miðskeiðis í seinna hálvleiki legði HB seg framum 3-1, men KÍ svaraði aftur, og tá ið dómarin bríkslaði fyri síðstu ferð eftir vanliga leiktíð, var tað 3-3.

So var neyðugt við longdari leiktíð, og tá skoraði HB sigursmálið til 4-3.

 

Fyrsta árið yvirhøvur, at KÍ vann steypakappingina hjá kvinnum var í 2000. Eftir at hava tapt tvær finalur ímóti HB eydnaðist tað endiliga KÍ at vinna á arvafíggindanum. Úrslitið var 2-0.

 

Árið eftir – í 2001 – takkaði HB fyri seinast. Talan var aftur um sera tætta og spennandi finalu. Eftir vanliga leiktíð var støðan 3-3. So var neyðugt við longdari leiktíð, men tað segði tað sama. Brotssparkskappingina vann HB 5-4. HB umsetti øll fimm brotsspørkini til mál, meðan KÍ misnýtti eitt brotsspark.

 

Tvey tey næstu árini vóru KÍ og HB aftur í finaluni, og KÍ vann bæði í 2002 og 2003. Fyrra árið var sigurin so ruddiligur sum 6-1, meðan talan í 2003 var um 2-1 sigur.

 

Í 2014 stóðu KÍ og HB kvinnurnar aftur andlit til andlit í finaluni. Hóast munurin á liðunum í landskappingini var rættiliga stórur, so varð steypafinalan sera spennandi. KÍ vann FM nítjan stig frammanfyri HB, sum vann bronsu. Innanhýsis dystirnir í Gundadali vann KÍ 7-1 og 7-2, og í Klaksvík endaði tað við 5-1 heimasigri.

Í steypafinaluni vann KÍ 1-0. Tað var ikki fyrr enn í tíðini, sum dómarin hevði lagt aftrat, at Hervør Olsen skoraði sigursmálið!

 

Steypafinalur millum KÍ og HB kvinnur 

1996 HB-KÍ 3-1

0-1: Sólvá Eystberg 2.

1-1: Sigrun Mikkelsen 26.

2-1: Ann Hansen 39.

3-1: Helga Ellingsgaard 78.

 

1999 HB-KÍ 4-3 eftir longda leiktíð

1-0: Eyðfríð Kristiansen 40.

1-1: Malena Josephsen 45.

2-1: Hlega Ellingsgaard 50.

3-1: Eyðvør úr Dímun 54.

3-2: Malena Josephsen 65.

3-3: Rannvá B. Andreasen 75.

4-3: Eyðvør úr Dímun 100.

 

2000 HB-KÍ 0-2

0-1: Una Olsen 32.

0-2: Rannvá B. Andreasen 85.

 

2001 HB-KÍ 3-3 5-4 í brotsspørkum

0-1: Bára Klakstein 14.

1-1: Vivian Unadóttir 18.

2-1: Helga Ellingsgaard 54.

2-2: Malena Josephsen 76.

3-2: Helga Ellingsgaard 81.

3-3: Bára Klakstein 87.

 

2002 HB-KÍ 1-6

0-1: Elsa Maria Simonsen 1.

0-2: Bára Klakstein 7.

0-3: Rannvá B. Andreasen 22.

1-3: Ása úr Dímun 33.

1-4: Vivian Bjartalíð 57.

1-5: Malena Josephsen 62.

1-6: Rannvá B. Andreasen 75.

 

2003 KÍ-HB 2-1

1-0: Rannvá B. Andreasen 55.

2-0: Malena Josephsen 75.

2-1: Eyðfríð Kristiansen 78.

 

2014 HB-KÍ 0-1

0-1: Hervør Olsen 92.

www.faroesoccer.com