ST-aðalskrivarin: - Tað er kaos í heiminum

- Hetta er hent áður, sigur ST-aðalskrivarin, sum tó heldur, at støðan nú er meira álvarslig enn áður.

- Heimurin er á veg inn í eitt tíðarskeið við kaos, ávarar ST-aðalskrivarin, António Guterres, í røðu á fundi í ST í dag.

 

Her sló hann fast, at ST-trygdarráðið er syndrað og virkislamið. Hetta er hent áður, men ST-aðalskrivarin heldur, at støðan nú er meira álvarslig.

 

António Guterres segði, at neyðugt er við "mekanismum", sum kunnu greiða viðurskiftini millum stórveldini.

 

ST-aðalskrivarin vísti til stríð, sum spjaðir seg, samstundis sum tørvurin á humaniterari hjálp er størri enn nakrantíð.

 

Í røðuni ávaraði hann eisini um veðurlagsbroytingar og vandar, sum kunnu standast av vitlíki - ella tí, sum verður rópt "kunstig intellegens".

 

Hann helt eisini, at neyðugt er við einari nýskipan av trygdarráðnum, eins og hann heitti á Ísrael og Hamas um vápnahvíld og leyslating av gíslunum í Gazageiranum.

 

Tíðindastovan NTB veit at siga, at António Guterres í september fer at skipa fyri einum "framtíðartoppfundi" at umrøða avbjóðingar, sum heimurin stendur yvirfyri.