ST aðalskrivarin: Greið brot á altjóða lóg í Gaza

Tað er týdningarmikið at viðurkenn, at álopið hjá Hamas á Ísrael ikki kom úr ongum, heldur ST aðalskrivarin António Guterres.

 

ST aðalskrivarin Antonio Guterres helt røðu í ST trygdarráðnum í ST høvuðsborgini í New York. - Foto: Seth Wenig/Ritzau Scanpix

ST aðalskrivarin, António Guterres, biður í sambandi við fund í ST trygdarráðnum í dag um, at sivil fólk verða vard í stríðnum millum Ísrael og hernaðarliga bólkin Hamas.

Hann vísir samstundis sína stúran um »greið brot á altjóða humanitera lóg« í Gazageiranum.

Tað skrivar Reuters.

Guterres sigur í eini røðu fyri teimum 15 limunum í ráðnum, at »í avgerandi løtum sum hesari«, er tað týdningarmikið at vit eru greið um, at kríggj hevur reglar – byrjandi við grundleggjandi prinsippinum um at virða og verja sivil fólk.

Í dag er fundur í ST trygdarráðnum, har hendingarnar seinastu vikurnar í Ísrael og Gaza eru á dagsskránni.

Tann 7. oktober byrjaði Hamas eitt yvirraskilsisálop ímóti Ísrael, og tað verður sagt, at gótt 1500 ísraelar eru deyðir síðani. Ísrael hevur svarað aftur við fleiri álopum, og sambært palestinska heilsumálaráðnum er talið á deyðum í minsta lagi 5.000 – tey flestu í Gaza.

– Tað er eisini týdningarmikið at viðurkenna, at álopini frá Hamas komu í einum tómrúmi. Palestinska fólkið hevur verið verið fyri kvalandi herseting í 56 ár, sigur Guterres í dag.

– Eg eri sera stúrin um tey greiðu brot á altjóða humaniteru lógir, sum virt síggja í Gaza. Lat meg siga tað greitt: Eingin partur í einum vápnaðum stríð er oman fyri altjóða humanitera lóg, sigur hann uttan at nevna Ísrael beinleiðis.

Sambært AFP gjørdist ísraelski uttanríkisráðharrin, Eli Cohen, í øðini av hesum. Hann rópti og peikaði eftir Guterres, meðan hann í smálutum greiddi frá, hvussu Hamas hevur driðið fólk síðani 7. oktober. 

– Harra aðalskrivari, hvørjari verð livur tú í? spurdi Cohen.

ST-sendimaðurin hjá Ísrael, Gilad Erdan, lýsti eisini røðuna hjá aðalskrivaranum sum »sjokkerandi«.

Hann heitti í einum uppslag á X á Antonio Guterres til at »leggja frá sær alt fyri eitt«.

– Tað sum hann sigur um at álopini hjá Hamas komu í einum tómrúmi vísa eitt forstáilsi fyri yvirgangi og morði, skrivar hann á X.

– Tað er veruliga dapurt, at leiðarin í einum felagsskapi, sum varð stovnaður eftir Holocaust, hevur so ræðulig sjónarmið.

/ritzau/

 

ST aðalskrivarin Antonio Guterres helt røðu í ST trygdarráðnum í ST høvuðsborgini í New York. - Foto: Seth Wenig/Ritzau Scanpix