Kontanti og til tíðir nasadjarvi journalisturin Øssur Winthereig hevur fingið nýtt starv. Í longri tíð hevur hann verið sjálvstøðugur eftir at hann gavst í Kringvarp Føroya. Men í dag, 1. apríl, er  hann byrjaður í starv sum kunningarráðgevi hjá Fólkateljingini undir Hagstovu Føroya. – Eg havi leingi verið áhugaður í hagtølum, og tá eg sá henda møguleikan, søkti eg, sigur Øssur Winthereig. Hann leggur dent á, at tað mangla nógv hagtøl um øll viðurskifti í samfelagnum, og at tað tí hevur týdning at kunna um tað arbeiðið, ið nú skal byrja. - Mítt starv verður fyrst og fremst at kunna um hvønn týdning fólkateljingin og innsavnanin av hagtølum hevur. Harnæst verður tað at geva Fólkinum tølini aftur, so tey kunnu nýtast sum grundarlag til at gera betri lógir og til nýggja gransking, sigur Øssur Winthereig.










