Tað hevur gingið øgiliga væl í hond hjá Øssuri Debes Eiriksfoss á oyggjaleikunum í Bermuda.
Upprunaliga er hann fimleikari, og tað er eisini í fimleiki hann hevur fingið mest burturúr. Men Øssur Debes Eiriksfoss hevur eisini verið við í frælsum ítrótti, har hann leyp hæddarlop.
Og samanlagt hevur tað gingið betur enn væl hjá Øssuri.
Tí tá ítróttarfólkini koma heimaftur eftir loknar leikir, hevur hann vunnið átta heiðursmerkir. Trý gullmerkir og fimm silvurmerkir. Sjey av teimum í fimleiki og eitt í frælsum ítrótti.
Øssur Debess Eiriksfoss vann gull í báðum kappingunum í lop um hest, bæði FIG-kappingini, og SET-kappingini. Tað seinna vann hann í gjár, tá fimleikurin hevði sín seinasta kappingardag. Og so vann hann eisini gull í liðkappingini fyrsta kappingardagin.
Harumframt vann hann silvur í FIG-kappingunum í ringum, á gólvi og í tí, sum á enskum kallast "parallel bars", og hann vann eisini silvur í SET-kappingini í ringum.
Og so var tað silvurið í hæddarlopi, sum kom í hús mánadagin.
Tað gevur átta heiðursmerkir til ein og sama mann, og tað er eitt framúrskarandi gott avrik.