Øssur vil sleppa at tosa við Hillary

Íslendski uttanríkisráðharrin, Øssur Skarphéðinsson, hevur biðið um at fáa ein fund við amerikanska starvsbróður sín, Hillary Clinton. Sambært Morgunblaðnum ætlar íslendska stjórnin at fáa amerikanskan stuðul í ósemjuni við bretar og niðurlendingar um Icesave-skuldina og um viðurskiftini við Altjóða Gjaldoyragrunnin IMF.

Nýliga finfu íslendskir fjølmiðlar fatur á einum loyniligum skjali, sum vísti, at amerikanarar ætla sær at styðja íslendingar í Icesave-ósemjuni við Bretland og Niðurlond.