Seinastu árini hevur verið funnist at føroyska valstríðnum, tí tað er vorðið so »amerikaniserað« og ikki minst persónsfixerað. Tað snýr seg meira um persónin enn um politikkin.
Mátin hjá Øssuri Winthereig við fyrst at boða frá hesum á einum fólkafundi hjá Tjóðveldinum – og síðani at senda út persónligt tíðindaskriv, har hann sigur, at »hann hevur boðað Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag frá, at hann fer at royna at gerast valevni fyri Tjóðveldi til næsta løgtingsval«, er nýggjur og øðrvísi. Hann vísir, at Øssur Winthereig heldur, at hann hevur so nógv at geva Tjóðveldinum. Tað er gott við sjálvsálitið – bara tað ikki í ov stóran mun situr uttaná.
Eitt er tó vist, at nógv valevni verða skuffað valkvøldið, tí øll sleppa ikki á ting. Millum tey skuffaðu sita kanska nøkur tíðindafólk...