Øssur við nýggjari fløgu

Øssur Johannesen hevur givið út nýggja fløgu, nevnd ? Ein harður vegur ígjøgnum svartasta helviti við kós ímóti deyðnum, amen?

Nýggja fløgan hjá Øssuri Johannesen kallast ?Ein harður vegur ígjøgnum svartasta helviti við kós ímóti deyðnum, amen?

.

Tittulin sipar til tragisku lísroyndirnar hjá einum psykist sjúkum manni, sum í hesum førinum er Øssur sjálvur.

Fløgan var upptikin um somu tíð, sum Øssur var innlagdur á Psykiatrisku Deild. Øssur spælir sjálvur øll ljóðførini, ið eru bassguitar, guitarar, trummur og orgul. Øssur hevur sjálvur komponerað skipað og produserað tónleikin.

Tað er Hjalti Joensen, sum hevur tikið upp og ljóðblandað. Fløgan var tikin upp upp á fimm tímar.

 

Allur tónleikurin er improviseraður og inniheldur ymiskar stemningar frá stillum syrgiligum guitarspæli til meira blueskent meditativt bassspal til syrutar orgultónar og meira vilt ekspressivt og virtuost bassspæl.

 

Øssur hevur áður givið fimm fløgur út, tríggjar solo og tvær saman við Hjalta Joensen.

 

Plátufelagið Tutl gevur út fløguna.