Øssur vann bronsu í hæddarlopi

Føroyar hava vunnið enn eitt heiðursmerki í frælsum ítrótti. Øssur Debes Eiriksfoss, sum higartil hevur gjørt meira vart við seg í fimleiki, vann bronsu í hæddarlopi.

 

Øssur Eiriksfoss hevur vant hæddarlop og trístøkk seinasta árið, og hann er longu komin so langt, at hann hevur vunnið heiðursmerki á Oyggjaleikunum.

 

Øssur var í kvøld við í kappingini í hæddarlopi, og hann setti nýtt føroyskt met við 1,95m. Gamla metið var næstan 20 sentimetrar lægri.

 

Hetta var nóg mikið til at geva Øssuri eitt deilt triðja pláss, og harvið hevur hann vunnið bronsu. Hetta er onnur bronsumedaljan, sum Føroyar vinna í frælsum ítrótti í dag.

 

Øssur Eiriksfoss skal seinni í vikuni taka lut í kappingini í trístøkk.