Mánakvøldið 16. juli kl. 20.00 verður skipað fyri einum áhugaverdum cafékvøldi í Ribarhúsi við sjónleiki, tónleiki og myndlist.
Í løtuni sýnir Øssur Mohr málningar fram í Ribarhúsi, og í hesum høpi er stig tikið til at skipa fyri einum cafekvøldi. Øssur sýnir fram 20 nýggjar oljumálningar.
Stanley Samuelsen fer at framføra við sangi og gittara. Eisini fer Hans Tórgarð at framføra einmansleikin ?Lívstráð?, ið er bygdur á brøv hjá Van Gogh.
Kostnaður fyri alt kvøldið er 100 kr. - kaka, kaffi og te íroknað.










