Øssur skiftir til NSÍ

Áleyparin vendir heimaftur til barndómsfelagið í Runavík.

NSÍ kunnger á heimasíðu sínari í kvøld, at sáttmáli er gjørdur við Øssur M. Dalbúð, sum harvið eftir útlegd – bæði í Føroyum og í Danmark – loksins vendir heimaftur til barndómsfelagið.


Øssur M. Dalbúð er 28 ára gamal, og seinasta hálvaannað kappingarárið hevur hann spælt við HB. Hann hevur eisini verið í Danmark í lestrarørindum, har hann spældi við BK Frem.


Sambært hagtølunum hjá Faroesoccer, so hevur Øssur M. Dalbúð spælt tilsamans 162 dystir í Effodeildini og skotið 57 mál. Tað var júst í NSÍ, at Øssur fekk sín fyrsta dyst í bestu deildini. Hetta var á heysti í 2006.


Umframt at hava spælt við NSÍ tíðarskeiðið 2005 til 2009, so hevur Øssur eisini spælt við ÍF og altso seinast HB.