Øssur skal byggja Mazda-hús

Til jóla stendur eitt spildurnýtt Mazdahús liðugt við Vegin Langa í Hoyvík

Tað sigur Mazda Motor Danmark í tíðindaskrivi í sambandi við, at Bilasølan v/Øssur Johannesen í gjár tók yvir umboðið fyri Mazda í Føroyum, sum Johannus Berg hevur havt síðani 1968.

? Útnevningin av nýggja Mazda-umboðnum í Føroyum er eitt lið í eini organisatiónsbroyting, har sølan av Mazda í Føroyum verður løgd undir Mazda Skandinavien við tilvísing til danska Mazda-innflytaran, Mazda Motor Danmark, sigur Jannik Olsen frá Mazda Motor Danmark.

? Bilasølan v/Øssur Johannesen, sum frammanundan umboðar frammanundan merkini VW, Audi og Seat, er farin í gongd við at byggja eitt sjálvstøðugt Mazda-hús, sum skal hýsa bilasøluni hjá Mazda í Føroyum. Nýggja Mazdahúsið skal standa liðugt til jóla, verður sagt í tíðindaskrivinum frá Mazda Motor Danmark.

Víðari verður sagt frá danska Mazda-innflytaranum, at broytingin í organisatiónini og tilnevningin av nýggjum Mazda-forhandlara í Føroyum eisini merkir, at allar garanti- og reklamatiónsumvalingar upp á Mazda-bilar frá 1. juli at rokna bara kunnu gerast hjá Bilasøluni v/Øssur Johannesen.

? Dagførda, modernaða verkstaðið undir leiðslu av Anton Jacobsen og Jakku Guttesen fer frá byrjan at hava tveir útbúnar Mazda-serfrøðingar. Samstundis er søla, tænasta og skrokkverkstað savnað á einum stað, sigur Jannik Olsen frá Mazda Motor Danmark.