Fleiri av ungu monnunum hjá NSÍ vóru eyðsýndir mikukvøldið. Onkrir teirra – eitt nú landsliðsspælarin Bogi Løkin – hava longu nógvar royndir og eru stuðlar. Øssur Dalbúð var aftur hesa ferð millum teir fyrstu ellivu, men hann noyddist av vøllinum við snuddi í høvdinum. Hann endaði á Landssjúkrahúsinum, har hann varð seymaður, áðrenn hann fór til hús aftur.
Ein annar av ungu monnunum var Jens Joensen. Hetta var fyrsta ferðin, at hann fekk møguleikan frá fyrsta bríksli, og Jens stóð seg væl, nú hann fekk møguleikan. Hann hevur annars verið aftari í bíðirøðini, meðan eitt nú Einar Hansen (skaddur), Pól Jóhannes Justinussen (fluttur til B68) og Aco Pandurovic (miðverji fyri leikbannaða Jóhan Troest Davidsen) hava verið frammanfyri.










