Øssur í Onglandi

Føroyski landsliðsleikarin, Øssur Hansen, er í hesum døgum í Onglandi, har hann í fyribils ein mánað skal royna seg hjá Oldham

Fótbóltur


Tað var um hetta mundi fyri einum ári síðani, at Øssur Hansen av fyrstan tíð fór til Onglands at royna seg.

Hann var tá í eina viku til royndarvenjingar hjá Oldham, men í fyrsta umfari spurdist tó einki burtur úr hesum venjingum.


Tørvur á lámum

Heilt gloymdur eftir venjingarnar var føroyski spælarin tó ikki, tí í heyst hevur Oldham aftur sett seg í samband við hansara.

Felagið hevur fingið eina vánaliga byrjan upp á kappingarárið, og hetta hava sjálvandi verið fleiri orsøkir til.

Ein av hesum orsøkum hevur allar helst verið, at ov fáir lámar hava verið á liðnum, og hetta hevur felagið so gjørt nakað við nú.

Sjálvur er Øssur triði lámurin, sum nú kemur til felagið, og í fyrsta umfarið verður talan um eitt leigumál upp á ein mánað.

- Eg kundi helst fingið ein leigusáttmála, sum fevndi um eitt longri tíðarskeið, men eg vildi líka sum fyrst vita, hvussu eg fall til í nýggja umhvørvinum. Eru báðir partar nøgdir, er jú einki til hindurs fyri at leingja leigumálið, sigur Øssur Hansen við Sosialin.


Hørð kapping

Enn hevur Øssur ikki roynt seg í dysti fyri nýggja felagið, men hann hevur so sæð, hvat skal til, fyri at vinna sær pláss á liðnum.

- Eg sá seinasta dyst teirra móti Wycombe Wanderers, og eg má siga, at okkara lið spældi væl. Teir vunnu 2-0, og tað, sum eg serliga beit merki í, var at leikferðin var sera høg.

- Enn havi eg ikki sjálvur roynt meg í dysti, men væntandi skal eg spæla við eykaliðnum um vikuskiftið. Eg skuldi annars spælt við eykamonnunum mikudagin, men tann dysturin varð útsettur, orsakað av regni, sigur Øssur.

Grundað á dystin móti Wycombe roknar hann við, at tað verður torført at sleppa á liðið, men vónleyst heldur hann tað kortini ikki vera.

- Vit hava vant sera nógv, einar tríggjar tímar um dagin, og tað hevur gingið hampuliga væl.


Trívist væl

Eisini uttan fyri vøllin letur Øssur væl at umstøðunum. Hann greiðir frá, at umstøðurnar at venja eru av teimum allabestu. Í frítíðini tykist eisini alt at vera i lagi.

- Eg búgvi hjá eini familju her niðri, og eg havi bara gott at bera teimum. Um dagin eru tey til arbeiðis, men eg fái kortini tíðina at ganga, tá venjing ikki er á skránni. Gangi kanska ein túr í býnum, og sjónvarpsrásirnar eru nógvar, so har er eingin trupulleiki, sigur Øssur at enda.

Hvør veit. Teir føroyingar, sum síggja SkySports, hava hvørja viku høvi at síggja samandráttir úr triðbestu ensku deildini, har Oldham er eitt av liðunum, og møguliga verður Øssur at síggja á skýggjanum komandi tíðina.