Føroyar hava spælt fimm ferðir ímóti Malta. Tvær ferðir hava vit spælt venjingardystir. Í 2004 vunnu vit 3-2 á Malta á heimavølli, og í 2013 vann Malta 3-2 á okkum á teirra heimavølli.
Tríggjar ferðir hava vit spælt ímóti Malta har stig hava verið uppá spæl, og vit hava vunnið allar tríggjar dystirnar. Ígjár vunnu vit ein góðan 3-1 sigur á Malta í Nations League. Í 1997 vunnu vit báðar HM-undankappingardystirnar ímóti Malta, bæði á Ta´Qali leikvøllinum í Valetta og á Svangaskarði á Toftum.
Undan Nations League dystinum ímóti Malta á Tórsvølli ígjár hevði Tróndur Arge sett gomlu landsliðskempunum, Una Arge og Øssuri Hansen stevnu fyri at tosa um báðar HM-undankappingardystirnar ímóti Malta í 1997.
Við góðum frásagnarkynstri greiddu gomlu bóltsnillingarnir og núverandi orðasnillingarnir frá báðum teimum minniligu sigrunum ímóti Malta í 1997, ið vóru okkara fyrstu sigrar í HM-undankappingum. Fyrstu sigrarnir ímóti Eysturríki í Landskrona í 1990, og báðir sigrarnir ímóti San Marino í 1995 vóru sigrar í EM-undankappingum.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr góðu og drúgvu samrøðuna Tróndur Arge hevði við Øssur Hansen og Una Arge. Nomið var eisini við minniliga 2-2 javnleikin ímóti Slovenia á Svangaskarði í september í 2000.
Ímóti Malta skoraðu Øssur Hansen uppá brotsspark og Todi Jónsson á útivølli, og Uni Arge og Todi Jónsson á heimavølli á Svangaskarði í 1997.