Sosialurin fer nú aftur at kjósa »Ársins Føroying«, sum verður avdúkaður í nýggjársblaðnum 28. desember.
Vit heita í hesum døgum á lesarar um at koma við uppskotum. Vit hava higartil fingið fleiri uppskot, og í dag prenta vit grundgevingarnar fyri tveimum teirra.
Sendið okkum tykkara uppskot um, hvør skal vera Ársins Føroyingur 2018 til arsins@sosialurin.fo
Øssur Berghamar
Mælt verður til, at ársins føroyingur 2018 verður Øssur Berghamar.
Grundgevingin botnar í ótroyttiligari lívsgevandi ídni Øssurs. Við uppbyggjandi og lívsjáttandi vitjanum hjá mangan uppgivnum og sjúkum fólkum, hevur Øssur ríkað mangt hjarta við sínari blídligu og altíð Guðsjáttandi medferð.
Teir føroyingar, sum Øssur hevur ríkað við vælsignilsi eru fleiri túsund í tali, og havi eg kent hansara hjálpsemi og vinsælu orð á egnum kroppi, tá eg var á sjúkralegu í DK.
Øssur ger dagliga eitt uppsøkjandi arbeiði fyri at røkka hesum sjúku fólkum fyri síðani at hitta tey á máli við troystandi orðum.
Elin Hentze
Ársins føroyingur eigur at vera Elin Hentze, stigtakari til Facebook-síðuna Fjølbroyttari Bústaðarmøguleikar í Føroyum.
Á hesi kjaksíðu er fyri fyrstu ferð eydnast at fáa eitt breitt, hóvsamt og skilagott kjak um Føroya eymasta og álvarsama trupulleika, íbúðartrupulleikan, sum rakar stórar partar av føroyska samfelagnum. Eitt kjak, sum hevur sett sinnini í kók, men sum eisini hevur verið uppbyggjandi, og ikki minst, fyri fyrstu ferð nakrantíð, hevur givið vanligum føroyingum møguleika at kjakast, lufta sína ónøgd og koma við meiningum og uppskotum um loysnir. Tað er eingin ivi um, at eftir hondini áralanga kjakið hevur opna eygu politikaranna fyri hesum álvarsama trupulleika, sum í mong ár bara hevur verið tómt tos og eingin ítøkilig stig eru tikin.
Nýggi bústaðarpakkin hjá samgonguni er eitt ítøkiligt úrslit av kjakinum, men bert eitt lítið fet á leiðini. Tað er langt á mál enn, áðrenn vit fáa ein vælskipaðan bústaðarmarknað at loysa av wildwest leigubústaðarmarknaðin, vit hava havt í alt ov mong ár. Tí er tað tað neyðugt við enn meira fokus og kjaki, og her er Facebook-síðan eitt amboð, ið ikki slepst uttanum.
Elin Hentze hevur tikið stig til síðuna, og hevur ótroyttiliga fylgt kjakinum upp, og vil heilt víst syrgt fyri, at kjakið um ein veruligan samfelagstrupulleika ikki doyr.
Hey, eg haldi, at Elin Hentze hevur uppiborið heiðurin sum ársins føroyingur fyri hennara áhaldandi
arbeiði í Búgva og Fjølbroyttari bústaðarmøguleikar í Føroyum. Hon hevur megnað at halda lív í neyðuga kjakinum, altíð eru hennara innlegg vælgrundað og saklig.
Eg skjóti Elin Hentze upp. Hon hevur ótroyttiliga í longri tíð sett ljóskastaran á íbúðarneyðina í Føroyum. Hon hevur, serliga umvegis sín “grasrótabólk” á Facebook, megnað at rópt almennu Føroyar upp, t. v. s. kommunu- og landsmyndugleikan, so at teir nú av álvara byrja at ressast, og fyrihalda seg til eitt akutt bústaðarproblem.
Hon hevur tikið stig til at varpa ljós á stóra trupulleikan við manglandi bústøðum í Føroyum.
Hon hevur stovnað ein bólk á Facebook "Fjølbroyttari bústaðarmøguleikar í Føroyum". Har eru 7.350 limir nú.
Hon hevur eisini tikið stig til at gera felagsskapin "Búgva", sum viðger sama evni og er ein sera aktivur felagsskapur.
Hon hevur verið sera áhaldandi hóast nógva mótstøðu, og ger alt fyri, at tónin ikki fer út um mark, sum man ofta sær á Facebook. Tað er eitt bragd, haldi eg.
Við at velja hana til ársins føroying, varpa tit somuleiðis ljós á trupulleikan við tørvandi bústøðum.