Øssur Mohr við á páskaframsýning

Saman við sjey øðrum listafólkum er Øssur Mohr listamaður í Fuglafirði við á eini páskaframsýning á Fussingsø Slot í Randers

Undir heitinum "Fra syd til nord" hevur Fussingsø-gruppen boðið átta kendum listafólkum frá Fraklandi, Danmark, Føroyum og Íslandi við á eina listaframsýning á Fussingsø Slot í sambandi við at hetta er 10. árið á rað at framsýningin er á páskum. Talan er sostatt um eina jubilemsframsýning.

Á framsýningini eru t.d. oljumálningar, vatnlitsmyndir, og skurðmyndir úr keramik og bronsu. Listafólkini hava øll hvørt fyri seg fyrr havt ymiskar framsýningar bæði í Danmark og uttanlands.

Umframt listamannin Øssur Mohr úr Fuglafirði luttaka listafólkini: Lise Blaabjerg, Frakland, Ingrid Hamburger, Danmark, Ulla Bille, Danmark, Helle Bang, Danmark, Ole Bade, Danmark, Hanne Højfeldt, og Bjarni Sigurdsson, Danmark (føddur í Íslandi).

Ferniseringin var leygardagin 19. mars 2005. Framsýningin er annars opin soleiðis: Hósdagin 24. mars til mánadagin 28. mars, og leygardagin 2. og sunnudagin 3. apríl, allar dagar frá kl. 10-16. Adressan er: Fussingsø Slot, Vasevej 9, Fussingsø ved Ålum, DK-8900 Randers.