Øssur Mohr í Ribarhús

Hósdagin 28.juni letur framsýning upp í Ribarhúsi í Fuglafirði við verkum av Øssuri Mohr.

Hann fer at sýna fram umleið 20 nýggjar málningar. Tað eru tvey

ár síðani at Øssur Mohr seinast hevur sýnt fram í Føroyum. Seinastu árini

hevur hann verið víða um við síni málningalist. Millum annað hevur hann sýnt

fram í Danmark, Íslandi, Noregi, Týsklandi, Hollandi, Fraklandi og seinni í

ár fer hann eisini sýna fram í Póllandi.


Framsýningin í Ribarhús er opin í tídarskeiðnum 28. juni til 18. juli og

hevur Ribarhús opid soleiðis: Gerandisdagar 15 – 17.30, leygardagar

11 – 13, sunnudagar 15 – 17.30.


Á Varmakeldustevnu komandi vikuskifti er Ribarhús tó opið soleiðis: Fríggjadag til kl. 22, leygardag 11 – 22, sunnudag 14 – 22.


Í samband við framsýningina er ætlanin at skipa fyri einum cafékvøldi við

tónleiki og sjónleiki mánadagin 16. juli. Meira um hetta seinni á

www.ribarhus.com.