Øssur Mohr í Landsby-Galleriet

Í hesum døgum sýnir listamaðurin Øssur Mohr úr Fuglafirði fram í Landsby Galleriet í Timring, sum liggur við donsku vesturstrondina. Framsýningin hevur verið væl vitjað og heilt fitt av málningum eru seldir

Framsýningin hjá Øssuri Mohr lat upp 14. novembur, og frá Randi Ottosen, eigara av Landsby Galleriet frætta vit, at málningarnir hjá Øssuri taka seg sera væl út í gallerínum. Rættiliga nógv fólk hava vitjað framsýningina, umframt at lokalu útvarpsrásirnar og bløðini hava sýnt henni stóran áhuga.

Føroysk list sum siðvenja
Landsby Galleriet í Timring lat upp í 2002, og hevur væl og virðiliga fingið fótafesti í danska galleríheiminum. Eigarin, Randi Ottosen, hevur allatíðina lagt seg eftir at hýsa bæði viðurkendum og nýggjum listafólkum, og beint nú er hon í ferð við at leggja eina afturvendandi árliga føroyska framsýning til rættis.
Áhugan fyri føroyskari list hevur Randi Ottosen eftir pápan, sum hevið galleríð "M" í Keypmannahavn, har hann í 60-70unum gjørdi tað til siðvenju javnan at hava føroyskar listaframsýningar. Tað er hesa siðvenju Randi Ottosen nú tekur upp aftur og í løtuni leitar hon eftir áhugaverdum føroyskum listafólkum til næstu árligu føroysku framsýningina, sum letur upp í novembur næsta ár. So um onkur føroyingur hevur áhuga, er bara at lata frætta frá sær, sigur Randi Ottosen, sum eisini starvast sum listaummælari á Kunsavisen.
Framsýningin hjá Øssur í Landsby Galleriet er opin til 9.januar 2005