Fuglfirðingurin Øssur Mohr ferðast í hesum kring Danmark við málningum sínum. Herfyri var hann á Galleri Sct. Gertrud í Keypmannahavn, har Stanley Samuelsen, sum spælir á Norðuratlantsbryggjuni í annaðkvøld, eisini undirhelt við tónleiki.
Síðani var Øssur í Svendborg á Galleri Weber og hetta vikuskiftið hevur hann fernisering í Art Herning í Herning dagarnar frá fríggjadegnum til og við sunnudagin. Men Øssur steðgar ikki her, tí í apríl hevur hann eina páskaform uttanfyri Aalborg í gallarínum Rødhusgaarden og síðani hevur hann eina framsýning í Týsklandi, upplýsir FO Invasion.
Myndir: Heri S. Jacobsen