Um vikuskiftið verður størsta listastevna í norðurlondum hildin í Keypmannahavn.
Art Nordic bjóðar fjølbroytta list frá donskum og útlendskum listafólkum.
Ein av teimum, sum hevur verk við á Art Nordic, er fuglfirðingurin Øssur Mohr, sum sýnir fram á basinum hjá Gallerie Rasmus.
Art Nordic er opin frá fríggjadegnum til sunnudagin.