Øssur Kjølbro boðanarleiðari

Tað verður Øssur Kjølbro, Klaksvík, sum frá 1. januar 2007 fer at virka sum nýggjur deildarleiðari á boðanardeildini hjá Heimamissiónini.
 
Hann verður leiðari fyri 11 starvsfólkum, trúboðarum úti og heima, barna- og ungdómsráðgevunum eins og staðbundnu skrivarunum. Hetta starv er ein liður í nýggja starvsfólkabygnaðin hjá Heimamissiónini, sum eftir ætlan fer at virka frá 1. januar 2007.

Bygnaðurin hevur við sær, at starvsfólkini fara at arbeiða í tveimum deildum, boðanardeildini og samskiftisdeildini. Øssur Kjølbro verður leiðari á boðanardeildini, meðan fíggjarleiðarin, Jørmund Foldbo verður deildarleiðari á samskiftisdeildini.

Kelda: www.mission.fo