Øssur Johannesen við nýggjari framsýning og fløgu

Fjøllistamaðurin sýnir fram í Keypmannahavn í hesum døgum

Øssur Johannesen hevur latið nýggja bók úr hondum í sambandi við, at hann 28. september lat eina listaframsýning upp á Psykiatrisk Center Amager í Keypmannahavn. Evnini í bókini og framsýningini eru sambært Øssuri Johannesen m.a. einsemi, sorg, longsul og grindadráp, og portrettir eisini fylla ein stóran part.

 

Fjøllistamaðurin gevur eisini eina nýggja fløgu út í sambandi við framsýningina og bókina. Tað er í samstarvi við tónleikararnar Karsten Vogel og Hans Karl Hansen. Talan er um instrumentalan improvisatiónstónleik, har Øssur Johannesen spælir trummur og bass.

 

Framsýningin á Psykiatrisk Center Amager verður opin til 28. september.