Íslendski uttanríkisráðharrin, Össur Skarphéðinsson, er í øðini inn á svenska fíggjarmálaráðharran, Anders Borg, sum hevur sagt, at íslendingar kunnu ikki skáka sær undan sínum skyldum bara við at halda fólkaatkvøðu um tað.
Össur Skarphéðinsson sigur við Svenska Dagbladet, at Anders Borg hevur als ikki skilt, hvat íslendska fólkaatkvøðan snúði seg um.
Anders Borg hevur eisini sagt, at Svøríki hevur roynt at hjálpa Íslandi sum best, men hesum tykist íslendski uttanríkisráðharrin ikki vera samdur við honum í.