So er tað greitt, at Øssur Dalbúð fer at spæla við barndómsfelagnum NSÍ í ár.
NSÍ boðar frá, at felagið og Øssur í dag hava skrivað undir sáttmála, sum er galdandi fyri 2019.
Øssur Dalbúð spældi eisini við NSÍ í 2018. Kappingarárið gekk tó ikki heilt soleiðis, sum tað varð vónað. Øssur var undir útbúgving í Danmark og ferðaðist ímillum, og tá ið hann var liðugur við útbúgvingina og hevði møguleika at venja meiri, var hann illa darvaður av skaða í fótliðnum.
Hann spældi í fjør fimtan dystir á besta liðnum og skoraði seks mál.
Í heyst varð Øssur skurðviðgjørdur, og nú er hann komin heilt fyri seg aftur.
Hann hevur vant í NSÍ í vetur. Í dag vandi NSÍ undir leiðslu av íslendska venjaranum Guðjón Ꝥórðarson, og eftir venjingina varð sáttmáli undirskrivaður við Øssur Dalbúð.
Sambært faroesoccer.com hevur Øssur spælt 177 dystir í landskappingini í fremstu røð og skorað 63 mál.
Hann hevur spælt 11 steypadystir og skorað 7 mál og tveir stórsteypadystir og skorað eitt mál.
Í altjóða fótbólti hevur hann spælt tveir dystir í Champions League og tveir dystir í Europa League.
Níggjur ferðir hevur Øssur umboðað Føroyar á U-21 landsliðnum og fimm ferðir á U-19 landsliðnum.
Umframt barndómsfelagið NSÍ hevur Øssur Dalbúð umboðað ÍF og HB.