Øssur: Hetta var besti dystur hjá okkum í ár (FM1)

(FM1) Hoyr høvuðsvenjaran hjá B68 fegnast um fyrsta sigurin hjá B68 í Betrideildini í hesum kappingarárinum

##med##

Tað eru 11 ár síðani, at B68 vann á heimavølli ímóti ÍF, og í september vera tað sjey ár síðani, at B68 seinast vann í bestu deildini og á heimavølli. 

Tað var 21. september 2014. Mótstøðuliðið var KÍ, og úrslitið var 1-0. Í kvøld vann B68 ein greiðan 3-1 sigur á ÍF á Svangaskarði. 

B68 - ÍF 3-1 (2-1)
Lukasz Cieslewicz 1-0 (9.)
Esmar Clementsen 2-0 (11.)
Uros Stojanov 2-1 (34.)
Áki Johannesen 3-1 (56.)

-Eg stórfegnist saman við spælarunum og felagnum. Hóast vit hava verið óhepnir og ikki hava havt marginalirnar við okkum, so hava spælararnir hildið fram við góða hugburðinum, sum teir vístu í vetur, tá ið vit arbeiddu og fyrireikaðu okkum, og nú fingu teir lønina. Vit kundu havt skorað fleiri mál aftrat, men tað snúði seg um at vinna stigini, og tað høvdu vit so ruddiliga uppiborið, sigur B68 venjarin Øssur Hansen í samrøðu við FM1. 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna FM1 gjørdi við Øssur Hansen fyrr í kvøld.

(Samrøða: Øssur Hansen)