Øssur Hansen takkar fyri seg

Øssur Hansen spældi fyrstu ferð í bestu deildini í 1987. Síðani hevur Øssur Hansen spælt á hægsta stigi, og umframt B68, har hann hevur spælt nógv teir flestu dystirnar, hevur hann eisini umboðað GÍ og B36 styttri tíðarskeið.

 

Øssur Hansen var eisini í nógv ár stuðulsspælari á landsliðnum.

 

Men nú er tað liðugt við fótbólti á hægsta stigi, og í dag takkar ein av stóru profilunum í føroyskum fótbólti seinastu 23 árini fyri seg.

 

B68 spælir ímóti AB á Svangaskarði í dag kl. 14.45.