Leygardagin letur ein framsýning hjá fuglfirðinginum, Øssur Mohr, upp á Gallarí Hilden í Maribo á Lollandi.
Á framsýningin fer Øssur at sýna fram einar 30 málningar, sum allir eru málaðir í hesum árinum.
Tað var gallaríið í Maribo, sum vendi sær til Øssur fyri at fáa hann at sýna fram. Eigarin hevði sæð málningar hjá Øssuri aðrastaðni í Danmark og hevði á hendan hátt fingið áhuga fyri føroyska listamálaranum.
Øssur Mohr er nú farin niður at gera klárt til framsýningina, og hann verður eisini til staðar, tá ferniseringin verður leygardagin.
Framsýningin letur upp klokkan 13.00 leygardagin og er opin til klokkan 17.00.
Málningarnir hjá Øssur verða at síggja á Gallarí Hilden á Str. Boulevard nummar 20 í Maribo fram til 26. oktober.