Øssur framsýning á Fjóni

Øssur Mohr hevur komandi mánaðin framsýning á gallaríi í Nordskov

Í gjár lat upp ein framsýning hjá listamálaranum Øssur Mohr í Danmark.

Framsýningin er á Galleri Munter, sum liggur í Norskov á Fjóni, og framsýningin verður opin til 3. mars.

Saman við Øssur fer eisini danska Agnetha Brittasius at sýna fram skurðmyndir og steinlutir.

Øssur Mohr, sum er úr Fuglafirði, hevur havt fleiri framsýningar uttanlands seinnu árini. Hann hevur eisini havt list við á øllum teimum stóru føroysku framsýningunum.

Á framsýningin á Fjóni verða 20 oljumálningar hjá listarmanninum at síggja.