Øssur er lagdur undir skurð

HB hevur vunnið allar fimm ferðirnar síðani lúsingin á ólavsøku, og NSÍ hevur bara tapt einaferð síðani tá

Tað eru góðar tíðir í HB. Vónbrotið og eyðmýkingin í steypafinaluni ímóti grannunum í B36 eru goymd burtur.

Nú snýr tað seg um FM heitið, sum ikki er so langt burtur, og um fyrireikingarnar til næsta kappingarár. Síðstu vikuna eru nógv undirskrivað í HB húsinum. Heimir Guðjónsson heldur fram í eitt ár aftrat, og tað gera lyklaspælararnar eisini.

Í dag er setningurin at standa seg betri ímóti NSÍ enn síðst, tá ið hesi bæði liðini hittust. Tað var ólavsøkuaftan, tá ið NSÍ vann 2-0. Síðani hevur HB vunnið fimm ferðir í landskappingini við samantalt 14-2.

Tá ið hesi bæði liðini hittust í Runavík 15. apríl vann HB 2-1.

Allir spælararnir hjá HB eru tøkir. Undantakið er Sebastian Pingel, sum bara hevur verið við í trimum landskappingardystum í ár og ikki hevur verið á vøllinum síðani í sjeynda umfari.

 

Síðani søta ólavsøkusigurin ímóti HB gekk tað leingi sum eftir ánni hjá NSÍ, ið vann fýra landskappingardystir á rað við samantalt 10-0. Vónbrot var tað, at tað endaði við 2-1 tapi á heimavølli næstsíðsta leygardag, tá ið møguleiki var at vinna næstfremsta plássið frá KÍ.

 

Í NSÍ er stór og sunn kapping um plássini á liðnum. Nú er ein maður færri við í kappingini um framrættaðu plássini. Øssur Dalbúð hevur alt árið verið darvaður av skaða í fótliðnum. Í vikuni varð hann skurðviðgjørdur fyri brot. Tí verður hann ikki tøkur næstu vikurnar.

Bárður J. Hansen er leikbannaður.