Øssur er farin

Undan dystinum í gjár bórust tíðindini um, at trúgvi HB-fjepparin, Øssur Gudmundarson, er farin, 53 ára gamal.

 

Øssur Gudmundarson hevur verið eitt kent andlit í Havn, í Gundadali og í HB-húsinum í mong ár nú. Til dystir hevði hann sítt fasta pláss við vøllin, beint undir liðini á venjarabonkinum, og altíð fúsur at hjálpa til í hópinum. Hann hevur eisini verið fastur røðari á ársveitslunum hjá felagnum.

 

Fryntligi maðurin við blíða smílinum var eisini fastur maður við bussinum til útidystirnar hjá felagnum, og seinasta steðgiplássið hjá bussinum á veg úr Havnini var við sambýlið á Mýruni í Hoyvík, har Øssur Gudmundarson plagdi at bíða.

 

Hann var altíð í góðum lag og hugaligur at koma í prát við. Umframt at vera íðin HB’ari, stuðlaði hann eisini bláu knørrabátunum í kappróðrinum.

 

Kaj Leo Holm Johannesen, formaður í HB, sigur, at Øssur Gudmundarson hevði nógv at siga fyri felagið.

- Hann elskaði HB og hann hevur fylgt okkara besta liði trúliga gjøgnum øll árini í sínum besta aldri. Hann var tann einasti av okkara, sum slapp at standa innanfyri girðingina til okkara heimadystir, tí hann var nakað serligt fyri okkum, sigur hann.

 

- Persónliga vil eg takka tær fyri øll klemmini eftir allar heimadystirnar, tá eg sjálvur spældi á besta liði, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.

 

Áðrenn dystin heiðraðu áskoðararnir og leikararnir Øssur Gudmundarson við lógvabrestum í ein minutt.