Øssur besti »dani« við EM

Við einum skaddum Helge Vammen vóru vónirnar skrúvaðar munandi niður hjá dønum við EM í Moskva, men við Øssur Eirikstoft vísti vegin við einum flottum 20. plássi við EM fyri einstaklingar.

 

Tað skrivar DGF Elite og konkurrence í dag.

 

Næst besta einstaka úrslitið var nummar 43.

 

Øssur Eirikstoft hevur búð og vant í Keypmannahavn síðani í oktober 2012, har hann hevur ment seg serliga innan lop á hesti. Hann venur við Gymnastikforeningen Gefion, undir leiðslu av landsliðsvenjaranum, Marian Rizan.

 

Hetta er fyrsta stóra altjóða stevnan eftir OL í London, og einstakir av teimum stóru eru ikki við. Men í alt luttaka 159 fimleikarar úr 37 london.