Øssur Berghamar 65 ár

Í dag, týsdagin 13. februar 2007, fyllir Øssur Berghamar, leiðari av Kristnastovu í Keypmannahavn 65 ár.


Øssur er havnarmaður, men hann hevur búð í Keypmannahavn síðan 1973. Hann er útbúgvin skrivstovumaður og hevur t.d. arbeitt í Sjóvinnubankanum, á skrivstovuni á Landssjúkrahúsinum og á eini bilasølu í Havn.
 
Í  1970 giftist hann við Susan, ið er fødd og uppvaksin í Hounslow uttan fyri London.
 
Í 1973 fluttu tey til Keypmannahavnar, har tey byrjaðu eitt evangeliskt útisetaverk millum føroyingar. Hetta var byrjanin til tað, ið vit kenna sum Kristnastova, har nógvir føroyingar koma.
 
Foreldrini hjá Øssuri vóru: Tinna, f. Hansen, av Toftum, og Sigurd Berghamar úr Havn. Øssur eigur tríggjar systrar: Gunnvør, sum er eldri enn Øssur, og Rúna og Erla, sum eru yngri enn hann. Tær búgva allar í Havn.
 
Susan og Øssur eiga tveir synir, Andrew og Kristin Filip, sum báðir búgva í Danmark.
Barnabørnini eru seks í tali.